Skip to main content

Neytakonuferðin

Ein bóndadóttir í Innarustovu og ein arbeiðskona í Uttarustovu á Skælingi fóru eitt kvøldið til neyta. - Heimaftur á vegin bleiv veðrið so ringt, at tær komu at skiljast hvør frá aðrari. Arbeiðskonan gekk frammanundan. Tá ið tær komu gjøgnum Gjáarbotn, hyggur arbeiðskonan aftur um seg eftir bóndadóttrini; men hon var ikki at síggja. Hon royndi so at rópa, men einki svar fekk hon.

Av tí at veðrið var so ringt, fall myrkrið meira dáttliga á; arbeiðskonan visti sær eingi betri ráð enn at skunda sær til húsa og fáa fólk út at leita eftir bóndadóttrini.

Tá ið hon var komin heim, var bølamyrkt, og veðrið helt á at versna. Tað vildi tí vera til lítla og onga nyttu at fara at leita hetta kvøld.

Dagin eftir var veðrið nakað batnað. Og menn fóru at leita. Væl og virðiliga varð hugt eftir bæði ovarlaga og niðarlaga. Biðið við mjólkini lá niðri á bakkanum. Men gentan fanst ikki.

Teir hildu nú, at hon mátti vera gliðin út av bakkanum og farin í havið, teir góvust tí at leita meira.

Nøkur ár gingu. Men ein vetrardag, meðan ein bróðir til ta burturkomnu gentu var burtur í haga, kom kavarok av ringasta veðri yvir hann; hann sá ikki niður fyri seg og viltist skjótt. - Hann kom so sum hann ráðaleysur gekk har at minnast til systur sína, sum hvarv í ringum veðri, og hann ivaðist ikki í, at nú var hann komin fyri somu lagnu.

Sum hann so gongur í døprum huga, steðgar hann framman fyri einar opnar dyr og sær beint inn á grúgvuna, har stórur eldur brennur og pottur hongur uppiyvir. Eitt konufólk stendur og rørir í hesum greytarpotti, og hann sær við tað sama, at tað er tann burturkomna systir hansara.

Hann fór inn. Men systirin var tó fyrr at heilsa gott kvøld og leypa til hansara og kyssa hann. Hvørki fekk í fyrstu syftu sagt nakað fyri gleði.

“Vit hildu teg vera deyða”, segði bróðir hennara umsíðir. “Men hvar ert tú nú? - Nú kemur tú heimaftur við mær”.

“Nei”, segði hon, „eg eri gift her, og vit eiga trý børn. Eg kann ikki fara frá heimi og børnum."

Hon segði so, at hon hevði tað gott, og at hon eisini hevði fingið loyvi til at hava sína gudstrúgv í friði.

“Men hava tit einki saknað, síðani eg fór heimanífrá?” spurdi hon.

“Jú, sálmabók tína. Á heldur gátufullan hátt er hon hvorvin av stovuhillini”.

Hon segði nú frá, at maður sín ein dagin hevði spurt hana, um hon saknaði nakað. Hon hevði svarað honum, at hon saknaði nógv sálmabók sína. Stutt eftir var hann komin við bókini.

Hon segði síðani bróður sínum frá tilburðinum hitt óveðurskvøldið, tá ið hon ikki kom heim aftur. Tá ið hon skildist frá hini gentuni, kom tað av, at biðiskinnið var losnað, so mjólkin skvatlaði burtur úr biðinum. Hon setti so biðið av sær fyri at binda skinnið betur afturyvir. Men tá ið hetta var gjørt, var hin gentan farin so langt framum, at hon ikki fann hana aftur. - Tá var ein maður komin til hennara og hevði bjóðað sær til at fylgja henni á veg. Hon var glað yvir hesi boðini, tí sum var kundi hon ikki koma vegin fram í óveðrinum og myrkri. Leingi høvdu tey ikki gingið, áðrenn tey stóðu inni í tí stovu, har hon nú hevði heilsað bróður sínum.

Hann gisti hjá systrini um náttina. Men fyrst ið tað lýsti morgunin eftir, kom hon inn til hansara og bað hann nú fara heimaftur, tí nú væntaði hon skjótt mannin heim av útróðri.

Hon bað heilsa móður síni, og tey søgdu so hvørjum øðrum farvæl fyri ongantíð at síggjast aftur.

Einaferð, sonur henda bónda, ið áður er umrøddur, var burtur í haga suður í Gjáarbotni, sær hann við Hespá eina mongd av ymiskum ullintum lutum o. ø., ógvuliga vakrir og listaliga virkaðir.

Sum hann stóð og hugdi at teimum, kom ein sera vøkur genta til hansara og spurdi, um hann vildi eiga eitt vakurt hálsturriklæði, sum lá saman við hinum lutunum.

Jú, tað vildi hann fegin. Og so flýddi hon honum tað.

evacuation plan symbols for autocad how to draw sections in autocad buy cheap autodesk software discount buy cheap autodesk psg oem software cheapest autodesk mentalray standalone 3.6.1a free autocadHetta hálsturriklæði varð ofta brúkt av fólki á Skælingi og øðrum har um leið fyri sjúku. Og javnliga hjálpti tað. Tað er stutt síðani, pettir av hesum sama silkiturriklæði segðist at vera til.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933