Skip to main content

Hálendaraheyggjurin

Soleiðis nevnist ein heyggjur “Norðuri í Gerði” í Kvívík.

Hann skal hava navnið av, at manningin á einum hálendskum skipi, ið farið var, liggur grivin í honum.

Teir komu livandi á land, men kvívíkingar hildu tað vera ófriðarfólk og steinaðu teir deyðar.          

Heimildarfólk: Grækaris Madsen, Kvívík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.