Miðtún
Ein bátur sat á víkini í Skálavík, tað var, áðrenn húsini vóru niðanflutt av Mølini. Norðanbátur skuldi tað vera.
Teir drógu dúgliga. Tá helt ein á bátinum fyri: “Ansa tær eftir henni í Miðtúni situr.” So innarlaga hava teir verið. Har sat ein kona og bant.
Hon lætst at missa noðað oman á Sandin, men tað var fyri at fáa ýtað bátin av, og tað fekk hon eisini. (Hetta ljóðar kanska nakað løgið, men so varð tað sagt mær).
Heimildarfólk: DC (Í listanum yvir heimildarfólk er henda stytting ikki at finna). Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.