Skip to main content

Hjálpin

Ein maður, sum er komin nakað fram í árini og er sera sannførur, hevur sagt mær frá hesum.

Hann hevði ein sunnudag lænt bát sín til tveir menn, ið ætlaðu sær at ferðast til eina grannabygd.

Seinni á degnum sá hann, at ein bátur við tveimum monnum kom til bygdina. Hann kendi bátin fyri at vera hansara egni, og hann fór so oman at hjálpa teimum við at draga. Nakað seinur var hann, so tá ið hann kom til neystið, hoyrdi hann, at teir drógu. Í tí hann kom undan neystavegginum, segði hann hart: “Nú varð eg ov seinur”. Undarliga varð hann við, tá ið hann hevði sagt hetta, tí tá var hvørki fólk ella bátur at síggja.

Einaferð hevði hesin sami maður verið við báti í aðrari bygd. Tá ið hann kom aftur, sá hann ein mann koma oman frá húsum, hann helt tað vera ein vissan av bygdarmonnum sínum, ið kom fyri at geva honum eina hond við dráttrinum.
    
Tá ið hann var komin til lands, var eingin maður at síggja. Hann tók so í bátin at draga hann eitt sindur fram í sandin, so kundi hann seinni leita sær eftir hjálp. Men báturin gekk tá lættliga niðan, so hjálp nýttist honum ikki.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933