Nóa ark
Í einumhvørjum stað hægst uppi á Kunoy ligggur eitt borð av Nóa ark; kræklingar og kúvingar vaksa á tí. Tá ið menn villast í mjørka á fjøllunum har, er sagt, at teir hava komið fram á tað, men eingin hevur funnið tað, sum er farin at leita eftir tí.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891