Skip to main content

Maltan

Ein kona, eyknevnd Maltan, búði í Malthúsi í Dali. Sonur hennara og klæmintsstovubóndin, Óli (sonur prestin harra Klæmint), vóru ósáttir um seyð og hagamark, og Óli bóndi kendi Maltusoni um, at hann stjól seyð frá honum. Maltusonur átti ein lítlan hund, sum hann bar hjá sær í barminum undir stúkuni. So ein dagin, sum báðir vóru burturi í haga, var klæmintsstovubóndin varigur við, at hin gjørdi skálkabrøgd, tók at ganga eftir honum og gekk hann út av Otthamri (tætt oman fyri bøin). Maltusonur fekk deyðamein av lopinum. Tá ið Maltan frætti hetta, fór hon eftir soninum og bar hann deyðan heim til Húsavíkar til at grava hann á kirkjugarðinum. Síðan hevði hon altíð hevnd í huga, men lætst ikki um vón við tí.

Tá ið nøkur tíð var umliðin, legði hon seg sjúka, sendi boð eftir klæmintsstovumatmóðurini og lætst vilja gera frið og sátt við hana, áðrenn hon doyði, at tær skuldu skiljast væl. Hin kom, og við skilnaðin gav Maltan henni ein túmark til áminnilsi á, at tær høvdu samst aftur. Tá ið klæmintsstovumatmóðirin kom heim, blandaði hon túmarksstykkið upp í aðrar peningar. So bar tað á, at klæmintsstovubóndin og sonur hansara løgdust sjúkir, báðir í senn. Eingin drápilig sjúka var, men hvørgin kom tó at vera rættur maður aftur. Boð fór eftir Guttormi í Múla. Hann kom, men segði teimum, at tað var ov long tíð gingin. Kundu tey finna túmarkin aftur? spurdi hann. Nei, tey vistu ikki, hvat ið av honum var komið. Guttormur legði teimum tað ráð at flyta húsini, men segði, at hann kundi ikki bjarga báðum; annar teirra varð at doyggja. Bóndin helt, at so var tað best, hann fór sjálvur, og ikki sonurin. Síðan varð bygt av nýggjum niðan fyri ánna. Hin gamli doyði stutt eftir, men sonurin var illa brekaður alla ta tíð, hann livdi. Aldri var dygt ímillum Malthús og Klæmintsstovu síðani.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.