Søga um svartadeyða í mannalíki
Søgn er, at tá ið svartideyði var í Føroyum, var hann eystan fyri Skálafjørðin fyrst.
Vanligt var, at tá ið fólk eystan fyri fjørðin vildu yvir á Strendur og ikki kundu skaffa sær flutning haðani, so gingu tey í Saltnes og róptu eftir flutningi av Strondum.
Av tí at sjúkan var eystanfyri, so gjørdu strandingar av sín ámillum, at um rópt varð eftir flutningi, so skuldu teir ikki lata við seg koma. Teir vildu ikki hava nakran at bera sjúkuna í bygdina. Nú bar so á, at eitt rópti í Saltnesi eftir flutningi; eingin fór yvirum eftir tí, men rópini tóku seg uppaftur næsta dagin, og kanska triðja dagin við.
Endin varð so tann, at ein maður, ið var vorðin keddur av hesum rópum, fór yvir í Saltnes.
Tá ið hann kemur at landi, standa maður og kona fyri honum, tey sluppu so í bátin, og hann rør tey yvir á Strendur. Tey fara so upp á land. Konan hevði ein kveistur í hondini og maðurin ein kust*.
Tey fóru so inn, hvørt í sítt hús um alla bygdina. Har konan fór inn, doyðu øll av sjúkuni, men har maðurin fór inn, livdi eitt eftir.
* Eg eri ikki vissur í, hvat tað var, maðurin skuldi hava í hondini.
Heimildarfólk: Carl Weihe, við Norðskála. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.