Váðaverk
Sagt varð um Janus bónda (ið seinni varð blindur og fall), at hann einaferð var niðri í línu og hevði loyst seg úr, sum ikki var óvanligt.
Hann hevði fest línuna á rókina, áðrenn hann fór frá henni, men tá ið hann kom aftur til línuna, hekk hon út fyri rókini, tí so mikið loft var í.
Hvussu langt var til línuna veit eg ikki, men hann rakk henni ikki.
Hann leyp so á línuna, og tað eydnaðist. Hann fekk so reiggj á línuna og kom so aftur á rókina, og kundi har binda seg í aftur.
Hetta varð hildið stórt dirvi og stórt bragd at vera.
Heimildarfólk: Tað vóru nógvir, ið hetta vistu, so eg kann ongan serligan søgumann siga. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.