Skálavík sum atløgupláss
Suðuroyingar og skúvoyingar vóru vanir at leggja at landi í Skálavík á havnarferðum.
Skúvoyingar løgdu at í Skúvoyarstøðni, ið er við norðara enda á skerinum í Karvaløk, og suðuroyingar løgdu at í Magnusargjógv. Teir høvdu so stórar bátar.
Einaferð giljabóndin í Hvalba legði at landi: Sonur bóndans og Snopprikkur vóru við.
Bóndasonurin sveipaði bátinum, og hetta gekk helst ikki so væl, sum bóndin vildi.
Tá helt hann við sonin: “Lat ikki genturnar í Miðtúni síggja, at báturin tvørskipast hjá tær”.
Miðtún skal vera tann heyggjurin, ið nú rópast Mitting; har hava bóndahúsini í Stovuni einaferð verið; nú eru tey í Innara Dali.
Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.