Óðalsbýtið av Skálavík
Skálvíkshagar vóru í felag fyrr, so sum mangar bygdir enn hava sínar hagar.
Eftir sum N. Andersen sigur í bókini “Færøerne 1600-1709”, varð Skálavík óðalsbýtt uttangarðs 1669.
Eldri fólk plagdu at siga: “Eitt riv voldi, at Skálavík varð býtt”.
Undir hesum lá henda søga:
Eitt heystið var ein frávaksin geldseyður tikin, og lutaðist Dalsgarði henda seyð.
Ein gyllinsmaður, ið var inni í býti við Dalsgarð, átti ígildis eitt riv í hesum seyði.
Jákup Jóansson*, ið tá var bóndi, beyð gyllinsmanninum eitt lamb fyri rivið, tí so slapp hann frá at skerja krovið, men gyllinsmaðurin sýtti, hann vildi hava sítt riv. So mátti bóndin skera rivið úr, men lovaði, at tað skuldi verða seinasta ár, at bygdin lá í felag.
Hann býtti so hagan í seks sjeymarkahagar. (So sum teir hava ligið í umleið 300 ár). Hinir tóku, “Norðastihagin” varð so eftirliggjandi. Soleiðis kom Dalsgarður at eiga 7 merkur einbýttar og 4 merkur og eina áttatiál í Miðhaganum, Heimastahaga og Dalinum.
* Festi Dalsgarð 1663.
Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard), Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.