Kirkjur í Skálavík
Tríggjar kirkjur skulu hava staðið á somu grund niðri á Møl. Fyrsta í katólskari tíð, onnur fyri og eftir siðaskiftið, og tann seinasta, ið tók niður av vindi. Tann, ið nú er, er bygd í 1891 og stendur á Lógvheyggj. (Frásøgn: Hanus Sømark, í Smiðstovu)
Kirkjugrundin varð so ruddað burtur úr kirkjugarðinum, og undir kórinum varð stór beinarúgva upptikin og løgd saman í eina grøv. Millum hesi bein var ein lærleggur, ið var so langur, at menn fóru at máta hann við síni bein. Jóannes úti í Húsi var av størstu monnum, men hann hevði styttri lær, enn hesin svaraði til. Gitt varð, at hann skuldi vera av Páll í Dalsgarði, ið skuldi vera frávaksin maður til hæddar. Hetta varð gjørt o. u. 1894-95.
Tá ið Julianna, kona Klæmint á Gørðum, varð jarðað, sá Stina í Hanusarstovu ein fingraring í moldini, men læt ikki við seg koma og segði ikki frá fyrr enn seinni. Henda ring, gittu fólk, at Greta í Dalsgarði hevði átt. (Frásøgn: Waldemar Dalsgaard).
Heimildarfólk: Hanus Sømark, í Smiðstovu, Skálavík, Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.