Rossavenjing
Søgn er, at ein maður á Skarvanesi, ið var lamin, hann hevði bert ein fót, hevði vant hestin, ið hann reið á, tá ið hann røktaði seyð, at taka seyð.
Hesturin setti frambeinini hvørt sínumegin seyðin, so hann stóð fastur, til maðurin steig av baki og bant seyðin.
Hetta hóvar væl saman við tað, Lucas Debes sigur á bls. 61 í sínari bók.
Hann heldur, at suðuroyingar eru nakað latir, og hava tí reiðrarross bæði til at reka við og til at veiða seyð við. Eg vildi ikki kallað hetta leti, tvørturímóti.
Tað sakar einki, um Lucas og eg ikki eru eintir um hetta.
Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.