Brøðurnir í Bø
Brøðurnir Jóhannes og Eirikur í Bø á Niðristovugarðinum eintust um at býta festið í helvt. Men tá ið býtið var farið fram, helt Eirikur, ið var hin yngri, at hann ikki hevði fingið tað, honum tilkom. Sum standurin var hesin, legði Jóhannes seg niður í eitt gil við Skalagjógv (Skaðagjógv) at drekka vatn. Hann vardi ikki óráð, men bróðirin leyp tá til hansara og drap hann.
Fyri at bjarga lívinum aftan á eina slíka brotsgerð, mátti ein sleppa sær fram við trimum kirkjum innan stutta tíð. Eirikur tók alt fyri eitt at renna til Sørvágs, Miðvágs og Sandavágs. Tá ið hann kom fram við býlingin í húsi í Miðvági, har systir hansara var gift, stóð hon uttanfyri. Hon ógvaðist yvir, at hann kom tuskandi soleiðis og rópti til hansara, hvønn partin ið Jóhannes fekk. Eirikur steðgaði ikki á, meðan hann svaraði: “Tann, ið næstur er við kirkjuna!”
Systirin grunaði tá, hvussu vorðið var, og bað mann sín taka øksina og fara eftir Eiriki og hevna deyða Jóhannesar. Tá Eirikur sá svágin koma við øks eftir sær, skundaði hann sær, tað besta hann dugdi. Tá ið hann kom eftir sandinum í Sandavági, sá hann ein bát standa har tætt niðri við sjógvin. Hann tók í hann og rendi hann á sjógvin, leyp inní, og í tí hann skuldi venda bátinum, var svágurin har og ripaði øksina eftir Eiriki. Hon fór sveiggjandi fram við hann og stóð føst í bekkinum.
Eirikur fór til Kirkjubøar, hvar hann fekk sínar syndir fyrigivnar av biskupinum og eitt rúnarkelv, sum skuldi vísa, at hann nú var ein fríur maður. Hann fór so aftur í Vágar. Dugur var í honum. Við báti sínum stevndi hann fyri Sørvágsbjørg. Tá hann var komin inn um Dragasund, sá hann alla sína ogn líka frá fjalli til fjøru. Hann fall so í døpurhuga yvir gerðir sínar, gjørdist syndarbyrgdur og læt bátin dríva fyri vág og vind móti einum boða, sum er á endanum á skergarðinum, sum dánar Grindavíkina við Tindhólm. Boðin breyt, báturin holvdist, og Eirikur sjólátst. Eftir hesum tilburði bleiv boðin nevndur Eiriksboði.
Eiriksboði er meinur fyri fremmand sjófør. Ein má ansa eftir at hava havnarmerkið, sum er á tí sunnara arminum av fjørðinum, væl undan Múlanum. Múlin er eitt nes við forbergi nakað væl inn av Tindhólmi.
Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938