Tann ósjónligi hundurin
Fyri ikki langt síðani keypti ein kvívíkingur sær ein rættiliga lítlan hund innan úr Sunda-lagnum; hesin kvívíkingur gekk á fjall og kanska røktaði eisini; men tá ið hann fór á fjall, orkaði hesin lítli hundurin illa at fylgja húsbóndanum. Hann læt so konuna seyma sær ein serligan bróstlumma innan í kotinum, so stóran, at hundurin kundi liggja í honum.
Ein dagin, teir vóru á fjalli í ognarhaganum, var Jógvan úr næstu grannabygd norðan fyri Kvívík komin saman við mannin við hundinum, har markið er millum ognarhagan, vestmenningar og hvalvíkingar. Hundurin í lummanum hevði fingið snevil av hesum fremmanda manninum og tók til at goyggja.
Jógvan vimsar sær á til ymsar síður og hyggur rundan um seg. Jákup við hundinum sær, hvussu bilsin ið Jógvan er, gevur seg so til at gána beint upp í loft, men hvørgin talar eitt orð. Við tað at hundurin tagnar, fara teir aftur at ganga.
Skjótt aftaná fer hundurin í lummanum aftur at goyggja. Jógvan er líka bilsin og hálvt for-sagdur og hyggur til ymsar síður og heldur so fyri: “Jesus náði meg, hvar er hasin hundurin, sum eg hoyri?” Jákup sigur einki. Jógvan spyr aðru ferð og sigur: “Gud náði meg, hvar er hasin hundurin, sum eg hoyri?” Jákup, ið hevði havt nokk við at passa upp á kotafaldin fyri at krógva hundin, brast nú í látur, og hundurin leyp upp úr lummanum. Jógvan gjørdist tá heilt forsagdur og helt fyri, at slíka fjallatilgongd hevði hann ikki fyrr verið fyri, at hundur var komin úr einum manni!
Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938