Skip to main content

Heini bóndi á Ryggi og húskallurin

ghostwriter tv show cast columbia university dissertation repository dissertation edition fifth manual papers term thesis writerEin húskallur hjá Heina, bónda á Ryggi í Miðvági í Vágum, hevði lagt ást á dóttur bóndans og vildi hava hana til konu, men pápin var ímóti hesari giftu og segði nei. So hendi tað seg eitt árið um vártíð, sum bóndin var útrógvin við hesum sama húskalli og øðrum monnum á várfiskigrunnunum, at hann brast á høgt við kavaroki. Ringur er afturróðurin haðani hjá miðvágsbátunum, tá ið ruskut er veðrið og rupul í sjónum, tí tað eru einir tólv fjórðingar til lands at rógva; men eina verst er tað í kavaroki av norði, tí beinur norðan liggur beint út av Miðvági. So gekk rygsbóndanum og hansara monnum, at teir slitu upp undir landið; men ikki var hugsandi hjá teimum at rógva vágin, av tí at ódnarstormur og kavarok var beint ímóti. Teir løgdu at á Steigarenda (nakað vestan fyri Presttanga, vestara armin á Miðvági), og har drógu teir bátin upp ígjøgnum ein bratta tólv favnar frá sjónum. Hesin rygsbóndin og menn hansara eru teir einastu, sum vitast at hava lent og drigið bát upp í hesum plássi; so bratt er tað. Av Steigarenda kluvu teir upp ígjøgnum Prestberg, sum er ógvuliga bratt, og allir vóru deyðmóðir uttan hin áðurnevndi húskallurin. Verst var við bóndanum, tí hann var so deyðlúgvaður, at hann orkaði ikki at ganga longur, men var at leggja seg niður. Hann bønaði húskallin at bera seg upp á slætt og soleiðis bjarga lívi sínum; men húskallurin tók seint við og segði, at, um hann vildi lova at geva honum dóttrina til konu, so skuldi hann taka hann á bakið og bera hann; men vildi hann ikki tað, so fór hann at liggja har, sum hann lá. Bóndanum vóru tá eingi onnur ráð enn at lova tað, sum húskallurin bað um, og at gera eið upp á tað. Húskallurin bar hann so á bakinum allan vegin niðan ígjøgnum kavan, í berginum lá, og breyt sær veg upp ígjøgnum tann stóra skalvin, ið lá uppi á eggjartromini í Prestskarði. Haðan bar hann hann oman ígjøgnum Presthaga til Miðvágs og slepti honum ikki, fyrr enn hann hevði sett hann á hansara egna grúgvusess uppi á Ryggi. Tá fór bóndin eftir dóttur sínari og legði hond hennara í hondina á húskallinum.

Hesin sami Heini bóndi á Ryggi var hugaður maður á land og sjógv, men nýtti meira mátt enn kunst. Hann gerdi tríggjar traðir inn (Stóru trøð, Norðastu trøð og Tungureynstrøðna) og dugdi tó ikki at grava garðatorvu. Teir bøkkar, ið vera skuldu til garðarnar, bert hælaði hann leysar við fóti sínum; húskallurin sipaði teir upp á hann til at bera, og tað so hart, at tað brakaði í ryggi hansara. Eitt húðarskøði sleit bóndin á hol um dagin, sum hann hælaði bøkkarnar leysar. - Húskallurin, ið fekk dóttur bóndans, er ikki nevndur at navni. Bóndi á Ryggi kom hann ikki at vera, men búði á Kletti á Ryggi og varð kallaður Klettamaðurin. Hann varð seinnameiri ørur í høvdinum, og ein dagin funnu menn hann druknaðan á Leitisvatni (ímillum Miðvágs og Sørvágs). Hann varð grivin á Kálvshagabakkanum tætt við vatnið.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.