Brúðarhúsið
Nakað norðan fyri Víkarbygd, oman fyri vegin, ið gongur úr Vík til Tjørnuvíkar, er einastaðni eitt loft at síggja inni í hamrinum. Tað er (ella var) nakað til víddar sum eitt stovugólv og verður nevnt Brúðarhúsið.
Fyrr í tíðini, tá ið brúdleypsfólk úr Tjørnuvík vóru heimaftur á veg úr brúdleypi í Vík, fóru tey niðan har at drekka og dansa, harav fekk loftið navn sítt.
Einaferð var ein partur av tjørnuvíksfólki í brúdleyp í Vík. Sum vanligt var í teirri gomlu tíð, stóð hetta brúdleyp um heystið. Og dagurin var stuttur. Enn styttri var hjá tjørnuvíksfólkum til dans her, tá ið tey í seinna lagi vóru á heimveg og fóru niðan í „Brúðarhúsið".
Myrkrið skundaði undir, og dansurin vardi bert stutt. So var farið heim til Tjørnuvíkar.
Hálvdan hevði fingið sær nakað væl upp í høvdið í Vík. Hann sovnaði tí inni í “Brúðarhúsinum”. Uttan at geva sær far um hetta vóru hini farin heimaftur.
Tey, ið eftir høvdu verið í Vík, komu heim dagin eftir. Og fyrst nú var Hálvdan saknaður. - Nakrir mans fóru til Víkar at leita; men har var eingin maður at finna. Tað vóru tey, sum hildu seg vita, at hann var farin saman við øðrum dagin fyri. So varð leitað norð aftur á vegnum bæði ovarlaga og niðarlaga. Og leitað varð eisini uppi í “Brúðarhúsi”. - Har funnu tey hann - hann lá har deyður.
Hetta vóru syrgilig tíðindi at koma aftur til bygdar við. Men tað mátti vera, sum var. Dagurin leið, vegurin var langur at ganga heim, og tungur var Hálvdan at bera. - Mangt varð gitt og tosað á vegnum. Hugartankarnir leitaðu víða um. Men gott var, sum ein av monnunum helt fyri, at Hálvdan var funnin aftur.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933