Ein sparin bóndi
Ein bóndi var við Svartá í Saksun. Hann kom aldri í hjallin uttan á hvørji kyndilsmessu, og tá vóru ørindini at vita, hvussu nógv gingið var av krovunum. Tí so var gamal siður, at á kyndilsmessu mátti ikki vera gingið meira enn helmingurin av øllum, sum garðurin gav av sær, tí annars fór ikki at røkka til aftur at ári.
Tá ið bóndin fór at telja krovini, komst hann eftir, at eitt krov var gingið av tí seinnu helvtini, og so vreiður var hann tá, at hann í stundini gjørdi seg til at fara til Havnar at siga garðin frá sær.
Tað vardi leingi, áðrenn konan fekk sissað hann so mikið, at hann settist aftur.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.