Paul úr Trøðum og huldugentan
Meðan Mikkjal var bóndi, var Paul úr Trøðum á Sandi húskarlur á Dímun. Ein várdag, bóndin og hann stóðu úti í bønum og loystu undir korn, tá mælir Paul við hann: “Hevðir tú nú sæð tað, sum eg sæ!”
Bóndin spurdi hann, hvat hann sá.
Paul svaraði: “Kom, lát meg nerta við teg. - Sært tú hana nú? Handa er væn um bak at klappa.”
Tá sagdi bóndin: “Ja, eg sæ hana. Hav tú hana svá væna!”
Einki varð tá framar talað um tað. Men um kvøldið, ið øll í húsinum vóru niður farin, tá drepur á dyr. Bóndin fór upp og spurdi, hvør har var, men fekk einki svar. Í somu løtu kom Paul hagar aftur íklæddur. Hann fór út og kom ikki inn aftur; ikki fyrr enn út í móti morgni.
Tá var tað hin sama huldugenta, sum var har og vildi hava hann til sín, og tegar hann vildi reka hana frá sær, treiv hon í hann og vildi ikki sleppa honum, og soleiðis togaðust tey alla náttina. Ikki fyrr enn tók at lýsa fyrir degi, slepti hon honum, og sóust har í túninum grópurnar eftir tey alt út at køstinum.
Hon sagdi seg vera með barni og kravdi, at hann skuldi játta, at hann var faðir tess; men hann neitti og stríddist í móti henni, alt unz dagur rann. Tá slepti gentan honum; men hann slapp tó ikki undan henni, og allstaðar var hon eftir honum. Hann leitaði sær ráð hjá presti. Hann sagdi einastu ráð vera, at hann flutti um fjørðin.
Paul fór tá aftur í Traðir; men tegar teir løgdu frá landi har uppi, tá kom gentan gangandi gjøgnum urðina. Hon var í grønum stakki og bar barn á arminum.
Paul kom aftur í Traðir, men fekk eingan frið. Dímunargentan var alt samt eftir honum. At lokum lagdist hann í rekkju, og maður hleyt ætíð at sita uppi yvir honum. Hann lá og liðaðist eins og ormur, rópaði stundum: “Hygg. har er hon!”
Tey, sum tá nurtu við hann, sóu tá gentuna í grøna stakkinum og með barni á arminum standa har úti við hurðina og líta á Paul.
Hann lúgvaðist alt meir og meir, og fór tá aftur boð eftir presti, sum gav honum altarsins sakrament, og sovnaði Paul tá burtur.
Heimild: Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.