Sjódjórið
Hans Dávur Matras, handilsmaður og ognarbóndi á Kirkju í Fugloy, var abbasonur prestin Matras á Viðareiði. Hann lærdi til skúlalærara hjá prestinum, ið kom aftan á abba hansara; hann varð so skúlalærari eina tíð á Viðareiði og við Sund (í Hvannasundi.)
Hans Dávur plagdi at siga frá, einaferð nógv av fólki stóð niðan fyri Frammistovu við Sund (siður var, at menn á kvøldi plagdu at koma saman niðri undir Britustovu ella Frammistovu at frætta ella siga frá). Millum teir, ið har vóru, var eisini hann sjálvur.
Sum teir standa har, rakar ein við nakað hjá fjørugarðinum, sum var um tríggjar snørislongdir sunnari; øll hyggja sama vegin og síggja eitt sjódjór, ið sleppur sær upp á turt. Síðan tekur tað vegin suður ígjøgnum fjøruna beint ímóti teimum.
Teir gjørdust illa við, og bóndin bað allar um at koma inn í húsini. So varð gjørt. Og hann læsti dyrnar.
Hans Dávur segði, at hetta var ramur sannleiki. Hann sá sjálvur so væl sum hini sjódjórið. Tað var tilgrógvið við tara, so hann kundi ikki reiðiliga síggja, hvussu tað var vorðið, hóast tað var komið tætt til teir, áðrenn teir flýddu inn í bóndans stovu. Hann hevði áður hoyrt, at djór, ið líktust teimum, ið á landinum vóru, eisini skuldu vera í sjónum. Hetta, ið her verður umrøtt, var, helt hann, dánað nakað sum eitt ross ella eitt neyt; men tað var, sum tað hevði eitthvørt hangandi niður við báðar liðir miðskeiðis á rygginum, ið, um tað hevði verið rættiligt ross, kundi verið tikið fyri leypar ella sekkir. - Djórið hevði av og á skorið í avskræmilig skríggj, ið ljóðaðu sum sterk snýsan.
Meðan hinir hálvbangnir hugsa um hetta óføra sjódjór, gongur bóndin aftur og fram eftir gólvinum. Hann trívur at enda eftir grindaslíðranum, ið við knívi í hekk á syllini í roykstovuni, festi hann um miðjuna á sær, tekur skorðuna frá klinkuni og heldur á út.
Djórið, ið nú stóð skamt frá durunum, tekur á at snýsa, tá ið tað fær eygu á bóndan. Hann kúvendi inn aftur og stongdi fyri aðra ferð. Hann helt so fyri, at eingin mátti fara út aftur hetta kvøldið.
flame autodesk price drawing pipe in autocad jobs using autocad autocad lt 2008 price autocad mepMorgunin eftir var einki djór at síggja.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933