Vatnsdalur í Fugloy
Í Vatnsdali skal vera fult av huldumonnum, men eg veit bara navnið á einum. Hann eitur Sørin og býr í Kluftakrógv. Sørin í Kluftakrógv eigur ein beiggja suðuri í Suðuroy; hann eitur Nils í Nípuni.
Sørin í Kluftakrógv sæst sjáldan longur; men tó siga neytakonurnar seg hava sæð eina gráa kúgv eitt kvøldið á einari fløtu, sum tey kalla í Glasstovuni, dygst við heyggin, sum Sørin býr í.
Einaferð langt síðani vóru tvær gentur norðuri í Vatnsdali eftir javna. Sum tær liggja og taka javna uppi á einum heyggi, hoyra tær eitt rópa:
“Tøkjum tær, tøkjum tær!”
Men eitt annað svaraði aftur:
“Á nei, lat tær vera!”
Fyri fáum árum síðani vóru tveir smádreingir norðuri í Vatnsdali og royndu eftir sílum. Torvleyp høvdu teir hjá sær. Tá sigur hin eldri við hin yngra:
“Hvat hevði tú gjørt, um ein huldumaður nú kom eftir okkum?”
Hin stóð við einum træi í hondini. Hann svarar:
“Eg hevði lammað hann til við hesum gassanum.”
Tá hoyrdu teir eitt so øgiligt ljóð, at teir lupu til hús, og torvleyparnir lógu eftir.
Teir vóru stórir dreingir tá. Nú eru teir tilkomnir menn, og siga teir enn, at ikki duga teir at fata, hvat tað var, teir hoyrdu norðuri í Vatnsdali.
Hans Mikael Jacobsen, Kirkju, “Jól í Føroyum”, 1935.