Bóndabáturin í Árnafirði
Frá húsunum her í bygdini oman at lendistøðni kann vera gott ein snørislongd, og tætt oman móti lendistøðni stendur Skiparasteinur.
Ein vetrardag var Bóndabáturin burtur á útróðri, tá ið hann knappliga brast á við kavarroki av tí ringasta, so at heimafólkið gjørdist bangið, og stóð altíð eitt í durunum og hugdi eftir, nær ið báturin mundi koma. Ikki sást longri í rokinum enn oman í støðna.
“Nú leggja teir at undir Steinum,” rópar ein hálvgomul genta, sum stóð í durunum og hugdi.
“Gud havi lov! Far oman við súpanarstampinum,” sigur bóndakonan.
Gentan fer, men hon kemur skjótt niðan aftur við stampinum, nóg illa gongufør og fær konuni stampin við súpanini og sigur:
“Tá ið eg kom oman, var hvørki bátur ella fólk, og eg sá teir kortini so skilliga allar seks og bátin eisini, tá eg fór oman.”
“Gævi Gud, at okkara allir vóru so væl afturkomnir, sum teir gráu. Teir bera skjótt at, tað vita vit fyrr,” segði bóndakonan.
Tað gekk ein økt, áðrenn Bóndastovubáturin kom aftur tann dagin.
Jógvan Joensen, Árnafirði, “Jól í Føroyum”, 1935.