Skip to main content

Risans sonur og gullringurin

Einaferð fór fólk úr Hvalba til Sunnbiar at dansa; onkunstaðni á vegnum, (eg minnist ikki hvar, J.D.) komu tey fram við klovnum steini, ið ikki skuldi gangast ímillum. Helst hevur verið tosað um hetta.

Sonur “Risans” í Hvalba var ein í ferðini. Hann setti so fjallstav sín niður millum steinarnar, og tá ið hann tók hann uppaftur, var ein fingraringur uppi á stavinum, ella á píkinum. Um hann tók hann til hús veit eg ikki, men endin varð so tann, at hann fjaldi ringin aftur, har hann var frákomin.      

Heimildarfólk: Dánjal Jóhan Mortensen, við Sílánna, Tvøroyri. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.

 


 

Viðmerking:

Eg spurdi so einaferð nógv ár eftir Dánial Jakkup á Hvítanesi um hesa søgn, og kendi hann hana væl. Hann segði so: Tað varð hildið vera fingraringurin hjá manni Marjunar í Øravík. Maður hennara var dripin í loynd í haganum og ongantíð afturfunnin. Maðurin, ið hildin varð at hava gjørt morðið, fekk sjúku ella mein, ið noyddi hann at fara til Marjunar at fáa læknahjálp, ið hon var tiltikin fyri. Hon legði ta treyt á, at hann skuldi siga frá øllum. Hetta tordi hann ikki, og fór tí óhjálpin frá henni. (J.D.)