Ein hin fyrsti, sum fór at festa á blað tjóðminni og siðsøguligt tilfar, var Andreas Weihe, bóndi á Selatræð, føddur í 1867.
Frá tí, at fólk av álvara fóru at arbeiða við hugsanini um at fáa í lag fornminnisavn í Føroyum, átti hendan ætlan valla størri vælvildarmann enn Andreas. Ágrýtin ferðaðist hann landið runt og savnaði fornlutir.
Men hann legði eisini rættiliga stórt skrivligt verk úr hondum. Eftir hann eru tvær bøkur: »Søga og søgn« 1933 og »Tjóðminni«, 1938.
Í fororðum í fyrru bókini sigur hann sjálvur hvat hevur eggjað honum at fara undir hetta tiltak:
»Frá barnaárum havi eg við góðum huga lurtað eftir søgum og søgnum, sum eldri fólk plaga at siga frá. Ikki bert søgurnar, meira og minni týdningarmiklar, sum sagdar verða, men tað yndi, ið alt ber við sær, sum forfedrar okkara hvør við sínum munni og hvør við sínum skaldsligu gávum hava vovið virðingarverdar træðrir ígjøgnum, dró meg í mínum barnaárum, so sum tær enn draga meg. Í teim gomlu og nýggju søgunum finna vit barnaheim fedranna í mentun og skaldskapi; hann er verdur at goyma í gullskríni bæði fyri okkum, ið nú liva, og komandi ættarliðum«.
Fyrra bókin, sum partvíst er skrivað á føroyskum, partvíst á donskum, er býtt sundur í tríggjar høvuðsdeildir: 1. Søga og søgn. 2. Huldusøgur. 3. Ferðaminni. Seinna bókin er í fimm høvuðspørtum: 1. Staðanøvn á Selatræð og nakrar sagnir ymsastaðni frá. 2. Fornar toftir í Føroyum. 3. Sagnir og ein frágreiðing um spitalska-sjúkrahúsið á Argjum. 4. Gamlir siðir. 5. Gamlir siðir og pátrúgv. Orðtøk.
Hjá honum, ið áhuga hevur fyri gomlu mentan okkara, eru her forvitnisligar frásøgur at finna.
Andreas Weihe doyði í 1946.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Bygda- og siðsøga
Føroyingurin hevur frá aralds tíð verið søgukærur; fedranna brøgd og starvan vóru havd á munni í roykstovuni skýmingarløturnar, meðan arbeiðið gekk — her livdu orðatøkini, gáturnar, ævintýrini, sagnirnar og kvæðini og vórðu flutt til komandi ættarlið.
Okkum var til eydnu lagað, at allur hesin skaldskapur varð festur á blað í tøkum tíma, áðrenn kvøldsetan orsakað av samfelagsbroytingum hvarv, ja, stundum vildi so væl til, at søgufróð og ættkær fólk av sínum eintingum sótu og skrivaðu heilar bygdasøgur, og tá tær komu undan kavi, fingu vit at sanna, at bókmentir er annað enn íspunnar søgur, sjónleikir og yrkingar.