Dósaklettur
Dósi á Húsum hevði ikki sera góðan lyst at fara til útróðrar; tað kundi skyldast mongum, eisini tí, at hann var heilsuveikur til. Men hann stóð ofta á seiðabergi, helst á einum vissum kletti norðan fyri bygdina, sum enn tann dag í dag nevnist Dósaklettur (trøð hansara nevndist Dósatrøð). Her á Dósakletti datt hann at enda á sjógvin og druknaði. Líkið av honum kom rekandi suður við eystfallinum. Bátur fór út at taka tað. Millum menninar, ið komu út við bátinum, var eisini húsabóndin. Í tí líkið av Dósa varð tikið upp úr sjónum, helt hann fyri: “Nú stjelur tú ikki meira kjøt úr Helluhjalli.”
Hjallur bóndans stóð á einum kletti, sum navnið sigur. Hann hevði roynt, tað kundi vera dýrt fyri summi, tá ið bygdarmaður læt bát og snøri fara, og á annan fyri seg sjálvan meira lagaligan hátt fekk sær frammíhjáviðskera.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933