Eingilsku røkur ella urðar
Soleiðis nevnast tvær smáar urðar, ið liggja í berginum undir Byrginum í Heimastahaga í Skálavík.
Tær skulu hava fingið navnið av, at har fjaldu fólk seg fyri ófriðarfólki. (Hetta hevur verið gott skjól, tí ikki sæst av upsini, og niðurgongdin er ring at finna hjá ókunnugum. J.D.).
Heimildarfólk: Jóannes í Gøtuni, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.