Skip to main content

Fransahúsið

Í Dysjunum í Norðastahaganum er eitt stórt gil, ið gongur á tvøran undir Dysjahamrinum og er vallað í heimara helmingi.

Har er farvegur til eina toft, ið rópast “Franshúsið”.

Í hesum gili fjaldu skálavíkingar neyt síni, tá ið ófriður var, og bar hetta væl til, tí langt er frá húsum, og høgur er giljabakkin niðanfyri.

Í húsinum búði hann, ið at neytunum skuldi goyma.

Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.