Skip to main content

Steinur Magnusar

Soleiðis eitur ein steinur norðri við Marknánna í Norðastahaga í Skálavík.

Navnið hevur hann fingið av, at har búði Magnus í Búð, meðan hann var lambadrongur at Marknagimbrunum í Trøðum á Sandi. Tær vórðu kyrraðar, og hann rak tær inn í eitt kvíggj hvørt kvøld, og har vórðu tær innistongdar um næturnar.

Heimildarfólk: Anton Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.