Snjófjatla úr Svínoy
Eftir gamlari frásøgn skuldi Snjófjatla úr Svínoy vera fyrsti maður á Dímun.
Hon var ambátt og komin fyri barn og tí send til Dímunar. Tað hevur óivað verið hor, sum hon var fallin í, har sum hon skuldi hljóta slíkan harðan hegnað.
Barnið, sum hon føddi, var abbi Sigmunds Brestissonar.
Heimildarfólk: Enokkur á Skarvanesi. Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.