Pálin undir Hamri
Eina ferð fór Pálin undir Hamri í Sumba til Víkar at taka sjey gimbralomb, sum hann átti har. Hann hevði fingið seks, sum hann setti í støðukrónna, og seint var á degi, tá ið hann fór eftir tí sjeynda. Ikki fekk hann tað, fyrr enn stjørna var uppkomin. Til alla vanlukku gáaði hann ikki um, fyrr enn hann var komin væl á veg, at tað var gimburlamb, hann var farin við. Tey gomlu høvdu ta pátrúgv, at var tað seint á degi og fleiri lomb eftir at bera, so átti veðurlambið at vera tikið og gimburlambið at vera eftir, tí í veðurlambsstiklinum sat nakað, ið dugdi ímóti gandi, og so kundi huldufólk ikki fáa vald á einum (tey gomlu bóru tí ofta veðurlambsstikl uppi á sær). Honum varð illa við, tá ið hann varnaðist um hetta, men ovseint var at venda aftur. Hann gongur við hesum góða lambi og er ikki varigur við nakað slag, fyrr enn hann kemur heim í Akslarenda. Tá møtir honum ein gráklæddur maður, sum forðar honum vegin og ger seg inn á hann. Báðir at berjast. Heiðin (tí huldumaður var tað) basir hinum kristna og ber hann so haðan í Meraklettar á Beinisvørði, tætt við eggina, har sum teir síga í Sjørgunsháls eftir fugli.
Kvøldið líður, og eingin maður kemur aftur til húsa. Næsta morgun fer fólk úr hvørjum húsi til at leita. Tey finna lambið og stavin hjá Páli heiman fyri Akslarenda og geva so yvir at leita. Stutt eftir berst Pálin í dreymi fyri konu sína, biður hana ikki leita eftir sær og sigur henni frá øllum, sum til hevur borist við sær - at hin heidni hevur tikið og borið seg í Meraklettar. Seint á sumri funnu neytakonur mannin deyðan úti á Fløum, blóðnaknan og báðar iljaskógvarnar brendar undan honum. Boð var sent aftur til húsa, og hann varð førdur heim og grivin.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.