Skip to main content

Gullheyggjur

Tríggir menn komu úr Noregi til Fugloyar í Føroyum um tað bilið, tá ið Haraldur kongur hin hárfagri legði alt Noregs land undir seg. Gunnar æt hann, ið fyri teimum var, og Tróndur æt annar teirra, ið við honum vóru. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv gull við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi. Ein gandakelling, Steinvør, sum búði við Kellingará í Hattarvík, átti eina fosturdóttur, sum hon vildi so fegin hava gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, slepti so Gunnari og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Honum fekk hon skjótt bilbugt við, tí hann hevði einki til at verja seg fyri gandi. Hon sigur við hann, at hann fær ikki Gunnhild, dóttur sína, uttan hann fær henni fatur í ringin, sum Gunnar ber um armin. Ringurin er eitt virðileyst ting, heldur hon fyri, og hevur einki at týða, so tað er tað minsta, hann kann gera henni afturfyri. Tróndur lovar at royna. Um náttina, meðan Gunnar svevur, skal hann taka ringin burtur av armi hansara; men Gunnar vaknar í sama bili, sum hin nertir við, og drepur so Trónd, tí at hann sær, at hann vil svíkja seg. Meðan hevur kellingin skapað fosturdóttrina um til ein ravn. Tá ið Gunnar kastar tann blóðiga kroppin út, situr ravnurin uppi á tekjuni. Gunnar tekur boga sín og skjýtur hann, so hann dettur deyður niður, og kennir nú kroppin á Gunnhild, sum er vorðin umskapað aftur í fólkalíki. Nú er kellingin kjarnað og svør, at hon skal hevna honum hetta aftur tíðliga ella seint. Hon roynir allar vælir at fáa fatur á einum lindormi til at leggja á gull Gunnars og forða honum at koma at tí. Ein morgun, sum hon hyggur út, sær hon lindormin liggja á bønum. Nú er frøi á henni; hon gevur orminum bróst síni at súgva, at hann skal trívast væl og vaksa skjótt. Hon kennir á sær, hvussu hann drekkur lívið úr henni, sum hann sýgur; men hon leggur ikki lag í tað, bara hon fær hevnd. Næsta vár fór Gunnar víkingur burtur at herja. Alt visti kellingin og sá, at hann festi sær konu tað sama summarið. Tá ið nakað leið at tíðini, sum Gunnar skuldi koma aftur, bar hon lindormin út á gull hansara; tað var goymt í jørðini undir húsi Gunnars, har sum nú Gullheyggjur er. Ein stór jøvn hella liggur uppiá, skínandi hvít at síggja. Har gróv kellingin undir grundini og setti kropp Trónds aftur í holið sum tøpp. Ikki hevði hon bindindi at bíða, til Gunnar kom; tá ið hon sá skip hansara, skapaði hon seg um til ein hval, fór ímóti skipinum og slerdi tað sundur í sor. Tað var Gunnars bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Men gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí lindormurin hevði sogið allan merg burtur úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum (“niðri á øskudunga”, sum tey rópa tað) tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.

Seksti ár herfyri fóru nakrir menn úr Hattarvík at grava eftir gullinum oman fyri Dyrhamar, har sum kellingin skuldi seta tøppin í, men góvu arbeiðið yvir, tí at teir hildu seg hoyra blástur av orminum.

Onnur frásøgn um gullið í Gullheyggi er tann, at Gongu-Rólvur skuldi koma skipráki til Hattarvíkar og so grava gullkistu niður har í áðurnevnda heyggj.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.