Skip to main content

Fútaskaði

Í einum syfti var ein fúti í ørindum heima á Sandi. Áðrenn hann fór norður aftur til Skopunar á heimveg til Havnar, hevði hann verið í holt við bóndan undir Skarði. Bóndin sat eina løtu og svølgdi, tá ið fútin var farin, men so reis hann upp úr sessinum, treiv eina ás undan bitanum og fór aftan á honum. Hann fekk fútan aftur, og so dygt legði hann á hann við ásini, at fútin small deyður niður. Plássið nevnist enn Fútaskaði.

Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931. Yvirskriftina hevur starvsfólk á Námi gjørt.