Regin í Toftum
Regin í Toftum suðuri í Vági í Suðuroy var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki; men ikki var hann sagdur at vera vitugur maður. Hann átti allan Toftahaga (átta merkur í jørð), hálvan Lambhaga og Tórishaga, ið eru næstir Sumbiar bygd (báðir átta merkur), og í Hamrahaga skuldi hann eisini eiga, so at ogn hansara var ein fjórðingur av allari Vágs bygd.
Eina ferð hevði hann verið í Mykinesi og sæð eina kúgv har, sum var eins litað og ein kúgv hansara sjálvs, ið deyð var. Hann fór so einsamallur á einingi í báti aftur til Mykines, legði sína deyðu kúgv upp har, tók hina inn í bátin í staðin og róði so heim aftur. Tá ið hann kom suður fyri Nípubakka (norðan fyri Hvalvík í Suðuroy), fekk hann andstroymi, vestfalsbroddur kom á hann. Hann róði tvær reisur til av øllum alvi, men báturin rak aftur. So fór hann í fikkuna eftir punginum, tók eina trístrenda nál uppúr og rendi gjøgnum nasarnar í øði, so blóðið spruttaði út ígjøgnum. Tá gekk báturin.
Siður var tá í tíðini, at tá ið grasningur var (trætni um hagamark), gingu tveir menn, ein fyri hvønn partin, saman at glímast, og var tað kallað »hólmgonga«. Rættur var tá, at tann, ið vann, setti markið har, sum hann og hansara partur ætlaðu, at tað skuldi vera.
Frásagnir eru um tríggjar glímur, ið Regin hevði um hagamark.
Ein steinur er eysturi í túninum í Toftum, sum søgn gongur um, at tann, ið dettur um hann, kemur ikki skaðaleysur upp aftur. Dráttur var ímillum nesbóndan og toftabóndan um markið. Bæði neyt, seyður og ross gingu úr Neshaganum inn á Toftagarðin. Nesmenn settu ein íslending, sum var hildin at vera sterkur í gandi, til at berjast ímóti Regini, og bardagin stóð heima í Toftatúninum. Regin syfti íslendingin, so ryggur hansara kom tvørtur um hin áðurnevnda steinin og brotnaði. Regin gjørdi tá einsamallur marknagarðin ímillum Nes og Tofta eftir sínum tykki (bróstið Nesmegin, so neytini skuldu ikki sleppa inn á Toftahaga). Sjálvur sat hann og virkaði hosubond, meðan flagtorvurnar, seks og sjey, komu brestandi og løgdu seg á garðin.
Eitt smalt stykki av Botnhaga, húshagin, gongur niður ímillum Gjógvaráfjals og Toftahaga (Botnhagin sjálvur er í erva). Harum stóð trætni millum Regin í Toftum og gjógvarámenn, tí báðir partar kannaðu sær allan húshagan. Gjógvarámenn, sum áttu ogn í Botnhaga, vildu sleppa við markinum í Longutrøðhorn, men Regin vildi hava tað heilt upp í Gjógvarágjógv. Hólmgonga var samrádd, og gjógvarámenn valdu Dánial við Gjógvará, ið eyknevndur var Krókurin, til at berjast ímóti Tofta-Regini. Eyknevnið Krókurin hevði hann av tí, at hann vildi altíð krøkja sær meira til, enn hann átti. Ein garð gjørdi hann, sum vendi bakið ímóti Botnhaga og bróstið ímóti Gjógvaráfjalli, so tað, ið leyp innum av seyði, slapp ikkí út aftur — tað krøkti hann til sín. Nú er garðurin avfallin, men garðslaðið er eftir enn. Hann var bæði stórur og sterkur og hildin at vera vitugur maður. Hólmgongan stóð »uppi á lág« (omanfyri húsini í Smillum), mitt ímillum Gjógvaráfjals og Longutrøðhorns. Regin hevði ta fyrstu syftuna, men hin fell ikki, tí hann var frálíka fótgóður, og tó at Regin hevði hann høgt upp í loft, kom hann standandi niður aftur. So fór við ymsum syftum, ið Regin gjørdi, at hin fell ikki; men av tí, at gjógvarámaðurin hevði minni megin, syfti hann ikki aftur ímóti, uttan ansaði bara sær sjálvum, at hann skuldi ikki falla, og ætlaði á henda hátt at lúgva toftabóndan. Regin, sum hevði varhuga av tí, ilskaðist og segði, at hetta var ikki fyri mark, at hann syfti ongantíð. Gjógvarámaðurin var tá noyddur at gera eina syftu; men í tí sama setti Regin fót fyri hann, so hann fell, og Regin kom omaná. Tá tók gjógvarámaðurin ein knív fram, sum hann hevði goymt uppi á sær, og rendi í lærið á Regini. Av hesum stingi varð Regin so skakkur, at hann sprakk á føtur, brá sær avstað alt í senn og rópaði upp í há, at hin hevði stungið hann; men gjógvarámaðurin helt fram, at hann hevði vunnið, av tí at Regin flýddi undan honum. Teir átta menn, ið hjástaddir vóru sum vitnir, søgdu so, at gjógvarámaðurin hevði vunnið, og markið kom at vera Longutrøðhorn.
Um hetta leitið var eisini nógvur dráttur ímillum sumbingar og vágbingar. Báðir partar valdu tá hvør sín mann til at gera Lopransgarð í felagi. Regin í Toftum, ið var fyri vágbingar, vildi hava hann suður undir Heyggj (Sumbiarmegin), men Regin í Hørg, eyknevndur »Sumbiarkleyvin«, vildi hava hann upp í Eiðishamar (Vágsmegin). Teir sameintust so um, at hvør skuldi gera frá sínum enda: Regin í Toftum eystara endan og Regin í Hørg hin vestara, og so møtast á miðjuni. Garðurin kom tí at ganga uppá skák báðumegin frá, ymsar vegir snúaður, krókaður og skinklaður, og so stendur hann enn. Men enn var stríðið ikki endað, tí báðir partar vildu ognast Lopranshólm vestan fyri Lopranseiði, har sum markaskjalið var ímillum báðar bygdirnar. Avrátt varð tá, at hólmgonga skuldi enda stríðið. Vágbingar sendu Tofta-Regin, sumbingar Regin í Hørg (»Sumbiarkleyvin«), ið tá var høvuðsmaður í Sumba. Hann átti alla Blæðingina (fjúrtan merkur) og helvtina av vestara Lopra, sekstan merkur til saman og fjórðingurin av Sumbiar bygd. Stórur og stimburmikil maður var hann. Tofta-Regin gav seg treyður til, tí gjógvarámaðurin hevði loypt ekka á hann, tá ið hann stakk hann. Men av tí, at Dánial við Gjógvará var deyður hálvt ár eftir tað, at hann hevði havt hólmgonguna við Regin (gandaður, hildu fólk, av honum, ið so vildi hevna seg fyri stingin), so var eingin eftir í Vági uttan Regin, ið tordi at meta mátt sín ímóti Sumbiarkleyvini. Vágbingar lovaðu honum fjórðing av hólminum og eggjaðu hann so til hólmgonguna. Dagin eftir jóansøku gingu báðir saman at glímast í Lopransdali; men áðrenn teir vóru áfastir, var eftir bøn Tofta-Regins Regin í Hørg rannsakaður, um hann hevði knív ella annað drepandi vápn uppi á sær. Fýra sumbingar og fýra vágbingar vóru hjástaddir sum vitni. Leingi bardust teir, tí báðir vóru nakað javnir bæði til styrki og til fótfimleika. Aðrahvørja syftu átti hvør teirra. Sólin var gingin um eina hálva økt, og enn ivaðust menn í, hvør ið mundi fara at vera við yvirlutan. So gjørdi Sumbiarkleyvin eina syftu, men tað var alt í senn, at hin syfti aftur ímóti og maktaði syftuna. Sumbiarkleyvin fór øvigur um eina túgvu og Tofta-Regin omaná. Ikki vildi hin fyrri tó fallast á, at hann var løgliga vunnin, tí — segði hann — sjónin gekk frá honum, í tí at hann syfti, og tað var av gandi Tofta-Regins; men Tofta-Regin segði, at tað kom bert av tí, at mátturin bilaði honum; hann var útlúgvaður — tí fell hann. So varð hólmurin dømdur vágbingum til. Men so pøstur var Regin av hesum bardaga, at hann gjørdi hilniseið uppá, at hann skuldi ikki nema mann aftur uttan eingjargarðin. So skarpt hevði hann fingið.
Stutt eftir hetta kom ein biddaraflokkur til Tofta. Teir bóðu Regin um olmussu og hildu seg eiga hana heimila, av tí at teir høvdu heitt á halga verjara teirra í himli og biðið um sigur fyri hann, og gingið hevði eftir bøn teirra. Men Regin, sum var neyvur og tað við lít, illbrýnskaðist við og svór, at hvørki hevði hann givið ella vildi nakrantíð geva olmussu. Tá segði ein av biddarunum, at tann, sum ráddi fyri øllum, hevði vald á tí, um hann vildi, at gera hann so fátækan onkuntíð, at hann vildi vera fegin at tiggja olmussu. Tá var Regin reint í fluktini og legði dýrt við, at hann skuldi hvørki geva ella tiggja olmussu á sínari ævi; ella skuldi hann eita orðloysingur og meinsvorin.
Regin í Hørg átti ein son, sum æt Jenis og búði í Laðangarði. Trý ár eftir tað, at faðirin hevði ligið undir í hólmgonguni, hevði hann gift seg. Ólíkur var hann pápanum í skapi, hevði ikki góða muru og var út av lagi hevnisamur. Hann stundaði tí nógv á at hevna tap faðir síns uppá Tofta-Regin. Tá ið hann frætti um biddararnar og heitstreingi Regins, hugsaði hann, at nú skuldi hann sæta honum.
Ein dagin um heystið høvdu sumbingar verið á fjalli at taka skurð, og Jenis hevði fingið nógvan seyð. Hann orðaði tá við húskallar sínar og segði, at tann av teimum, sum vildi taka ein av geldseyðunum, ið lógu á roykstovugólvinum, fara við honum sama kvøld til Tofta-Regins og bera tey boð, at hetta var olmussa frá Jenisi í Laðangarði, skuldi fáa í løn fyri hesa gerð tann besta geldseyð, á gólvinum lá, og har afturat vinskap sín. Tá stóð ein av húskøllunum, ið nakað gjøðin var, fram og segði, at um húsbóndin vildi læna honum hest sín, skuldi hann hætta á tað váðaverkið. Jenis eftirlíkaði honum og læt hann fáa hestin. Hesin hestur var so einstaka góður og hartil so væl vandur, at Jenis kundi, tá ið hann sat á bakinum á honum, taka hvat seyð hann vildi, um tað so var tann versti vargaseyður; hesturin tók seyðin og helt honum ímillum frambeinini, til Jenis var farin av baki og hevði fingið í hann. Tað var seint á kvøldi, tá ið húskallurin kom til Tofta. Hann bindur hestin vestan fyri húsini, ”vesturi á Fløtti”, og fer so inn við geldseyðinum á baki. Liðið er um nátturðamála og komið at niðurfaringartíð. Regin hevur etið náttturð og latið seg úr hosum og brókum. Hann situr nú í berari stúku á eldbríkini og gleivar uppi yvir eldinum við fótunum á grúgvusteininum til at verma seg. Sumbingurin kemur inn fyri gáttina, blakar seyðin á roykstovugólvið og sigur: ”Húsbóndi mín, hin navngitni Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú, Regin, hevur strongt tað heiti ikki at geva ella taka olmussu; til tess at tú nú kanst vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda geldseyðin í olmussu.” Sumbingurin brá sær við, tá ið hann hevði sagt hetta, og var úti av durunum alt fyri eitt og uppi á hestinum. Regini var dátt við í fyrsta bragðinum; hann sat sum í ørviti eina pinkulítla løtu. So leyp hann upp, skræddi seg í brøkurnar og sprakk á dyr algoystur eftir sumbinginum, sum tá var komin mitt ímillum Toftahúsini og Hvanndalshúsini. Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann var væl við aldur, og slík var bræðin á honum, at hann leyp hestin aftur. Vestur um bygdina fóru teir, eftir sandinum - tá var skamt ímillum teirra - og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksið á honum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint framav. Í somu stund mintist Regin á eiðin, ið hann hevði svorið, og rópaði eftir honum: ”Bannaður verði tú, illgerðarmaður! Ikki skuldi tú borið boð í býggj, hevði eg ikki svorið hilniseið ikki at nema mann aftur uttan eingjargarðin.”
Tá ið Regin kom heim aftur í Toftir, var hann so alrasin og ovursintur, at hann bangaði geldseyðin, morðaði hann sundur og tveitti hann út fyri dyr. Síðan dró hann hýr á seg og gekk og hímaðist, legðist so av lungnasótt og beið ikki bót. Hann doyði á pætursmessu; summi søgdu, at hann varð sjúkur av tí, at hann iðraði seg so ógvuliga um tær neisur, ið honum vóru vunnar; men summi søgdu, at tað kom bert av tí, at hann hevði runnið ov hart. Og her endar søgan um Regin í Toftum.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.