Skip to main content

Skinnherjan

Hann vikar tí ikki heldur enn Koltri, er eitt gamalt orð. Einaferð skuldi ein risakelling fara at draga oynna Koltur til at líva Mykinesi. Hon fatlaði Koltur, men sum hon strongdi á, dragnaði fetilin hjá henni, og hon stoyttist beint eftir høvdinum. Ein fles er sunnan fyri Mykines, sum nevnist Uldalíðflesin; men tað gamla navnið var Skinnherjan eftir hesari somu risakelling, tí flesin skal vera høvdið á henni.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.