Sæneyt og hulduneyt
the price of autocad areas of growth in autocad operators discount autocad software autodesk toxic 1.1 free ebook learning autodesk maya 8 foundation register autocad adt 2005 in windows 7 manuale autodesk 3d studio max ita autocad 2004 or equal for sale ebaySæneyt (ella sækýr) eru lík øðrum kúm til útsjóndar, men mjólka nóg betur; fólk vilja tí fegin hava hesar kýrnar. Stundum hava tær funnist trettandu nátt í fjósum hjá hinum neytunum; verður krossur ristur á bak teirra, verða hesar sækýrnar standandi kvirrar hjá hinum.
Trettandu nátt finnast eisini huldukýr stundum í fjósunum; men tær vil eingin hava, tó at tær mjólka væl, av ótta fyri huldufólkunum, sum vildu hevnt slíkt. Hesar kýrnar eru eyðkendar frá sækúnum, tí at tær venda høvdinum upp móti fjalli, men huldukýrnar móti sjónum. Huldufólkini hava mong neyt, sum ganga í haganum hjá hinum neytunum, tó at fólk einki síggja uttan síni neyt.
Huldukonan í Dali í Sandoy hoyrdist telja kýr sínar: “Eg sat mær í heyggi við Rumlu og Reiggju, har hoyrdi eg Hupulin gella; oman skríða Hákur og Krákur, kenni eg Kinu langs spina, Ýla og Ála, Eskja og Kála, Geita og Grana, Flekka og Fræna; Hildan stjarna er kend fyri mær, Gullgríma og Oksakolla, mist havi eg Grímuna gráu, stytstu og lágu - komnar eru kýr okrar allar; stynjandi gongur hon Brynja aftast á hølunum av øllum.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891