Páll bóndi í Dalsgarði
Páll Jákupsson var sonur Jákup Jóansson og Kristinu Klæmutsdóttur Follerup. Hann var sýslumaður í Sandoy, og hvussu hann fór frá sum sýslumaður, er henda søga: Hann hevði útrakstur saman við Hamarsmanninum í Heimastahaga, men fekk hann ikki at vera við at væla um Hamarsgrind.
Páll setti so grindina í góðan stand og setti lás á, so bert hansara neyt vórðu latin um grindina. Hamarsmaðurin stevndi so Pálli, og endin varð so tann, at Páll mátti lata upp aftur og varð settur frá sum sýslumaður.
Anton Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.
[Bygd: Skálavík]
Um Páll og eina dóttur sigst henda søga:
Ein maður uttan úr Stovu í Skúvoy fríggjaði til dóttur Páls; hetta var ikki væl umtókt av foreldrunum at gentuni. So einaferð Páll og konan høvdu verið í Havn, var gentan rýmd av húsinum, tá ið tey komu aftur. Skúvoyingar høvdu verið eftir henni. Hon hevði tikið aðra kistuna, ið heim kom eftir deyða Jákups Jóanssonar, ið var abbi at gentuni. Eitt vindeyga høvdu teir tikið úr fyri at fáa kistuna út. Fýra mans skuldu bera kistuna á Mølina. Tá ið tey eldru komu aftur úr Havn, var eingin dóttir.
So gingu nøkur ár, samband hevði einki verið millum foreldur og dóttur. Skúvoyingar høvdu verið í Havn til ólavsøku og løgdu at landi í Skálavík; tá kom ein smádrongur niðan frá bátinum. Hann møtti einum gomlum manni uppi á Keldu, og maðurin spyr drongin, hvørji foreldur hansara eru. Drongurin sigur so, hvørji tey eru, og at tey eru við í bátinum. So sigur hesin gamli maðurin: “Eg eri abbi tín, Páll í Dalsgarði. Tú skal fara oman til bátin og biðja pápa tín og mammuna koma niðan”. Hann so gjørdi, og síðan var sátt og semja teirra millum.
Tað stakkastás, ið var í ogn teirra Hanus Kambans og konu, er eftir søgnini komið til Skúvoyar við hesi Dalsgarðsdóttur.
Ein sonur Páls datt oman í Borgarhamri, hann seig eftir ravni. Ein sonur Páls hvarv ein dagin, hann var í haganum, og hildu menn, at hann var útskolaður, antin á Hvalnesi ella á Borgarsandi av at leita eftir reka. Ein triði var fyristøðumaður á Argjahospitalinum.
Enok Thomsen, Skarvanesi. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.