Huldufólk í Streymnesi og Hvalvík
Í Streymnesi skuldi vera nøgd av huldufólki; til dømis kann nevnast norðuri á Nesinum (norðan fyri Streym); har skuldi ikki vera sum aðrastaðnis, tí har var almikið av huldufólki. Framman fyri Horn í Streymnesi búði ein huldumaður fyri gott 100 árum síðani. Jákup í Gerði skuldi ganga til dóttur hansara, men til giftarmál millum tey kom tað ikki.
Frammi í Margáum trutu huldufólk heldur ikki.
Frammi á Fløtti, tætt framman fyri Mataránna, eitt sindur niðan fyri gøtuna, stóð ein steinur, sum skuldi vera bygdur við huldufólki. Eingin mátti gera seg inn á henda stein, annars var ilt av. - Fyri okkurt um 55 árum síðani varð steinurin sprongdur av Peri í Nesinum í Vestmanna, og mesti parturin av honum varð brúktur til stabbar við eina stokkabrúgv, sum hann gjørdi har niðan fyri steinin tvørtur um Stórá. Brúgvin er fyri fáum árum síðani tikin burtur.
Tað spurdist eisini illa burturúr. Jóan Hendrik har norðuri o.fl. í Streymnesi sóu gráklæddar huldumenn ganga niðri við brúnna. - Tað eru teir, sum halda, at spreingingin av hesum steini er orsøkin til, at bátar eru burturgingnir. Ein stórur bátur fór norðuri á havi, ein bátur fór í Íslandi, og á annan hátt eru mong ung fólk sjólátin har úr bygdini.
Í Hvalvík eins væl og í Streymnesi var reiðiliga væl til av huldufólki, bæði uttan og innangarðs. Einaferð spældu hvalvíksbørn her frammi við Fløttagarð. Óla Jákup har Frammi (hann giftist við eini abbasystur míni), var eitt av teimum, og hann hevur sagt frá, at meðan tey spældu, kom ein gráklæddur maður úr garðinum, legði seg fram á hann og segði við tey, at líka børn leika best. So var hann burtur aftur. Tey gjørdust tá so bangin, at øll rýmdu heim.
Tað skal vera ramt bæði í Stórheyggi, ið er uttan fyri Hælá, og í Gráasteini, ið er nakað ytri. Tað sigst, at Gráasteinur ikki má verða rørdur (sprongdur). Og úti við Áir hevur mangur maður verið illa kroystur, tí har hevur ikki bert hoyrst róp, men ofta sæst bæði menn og kvinnur av hulduslag. Ofta hevur eisini verið at sæð vaskað íløt (stampar og annað), ið út hava verið sett til turkingar.
Frammi við Tingstein hava dvørgar búð og eisini í jógvansstovufjósinum vættrar.
Í 1932 bar ein maður burtur torv í heimaru Langoyri, hvalvíksmegin. Sum hann best fæst við hetta, hoyrir hann eina kúgv belja tætt eystan fyri seg. Hann var skjótur at hyggja um seg, tí hann ørdi ikki, at neyt skuldu liggja har frammi.
Nú sá hann eina gráa, hvítgrímuta kúgv tætt hjá sær Dugarámegin. Hann bleiv eitt sindur undarligur yvir hetta, tí hann kendist einki við hesa kúgv. Men hann fór aftur undir arbeiði sítt, men kveitti tó reiðiliga skjótt aftur eftir hesi ókunnukúgv. Tá var eingin at síggja.
Tað hevur altíð hoyrst, at huldufólk sita vinstrumegin av kúgv og mjólka. Fyri fáum árum síðani sá ein kona, ið enn livir, eina huldukonu sita vinstrumegin av eini gráari kúgv og mjólka henni.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933