Skip to main content

Eldsløkkingur á Dímun

Eitt sinn slóknaði á báðum eldstøðunum á Dímun, og fekst ikki eldur aftur. Kýr kálvaðu, men heitt vatn fekst einki til teirra. Kavi lá uppi á oynni. Teir gróvu tá kava burtur eystantil á oynni, svá at har varð svartur flekkur.

Seyðamenn í Dali, sum vóru burtur í haga, vurðu tess varir og komu til hjálpar. Men ið teir komu at húsinum, lá fólkið í lokrekkjunum fyrir kulda; tí sigur í táttinum:

Tá ið teir komu til Dímunar,

tá var eingin uppi

nema Hanus Lukkasson,

sum loppur havdi á huppi.

 

Verst var hjá Jóhonnu gomlu. Hon slapp ikki fram at eldinum. Eítt sinn læt í henni: “Eg vildi, at tær vóruð eins kaldir, og eg eri!”

At lokum kreyp hon sær út í fjósið at liggja. Har var heitari, og har sloknaði hon. Hon fekk ikki kistu at fara í. Hon varð ballað inn í rekkjuváð og borin vestur í kirkjugarðin, men hleyt tó tann heiður at verða grivin fyrir niðan kirkjuna at gamlari siðvenju.

Heimild: Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.