Fimm merkismenn
Eg fylgdist einaferð við Dániali Olsen, gamla Giljabónda, eftir Hvalbiarfjalli; tá ið vit komu oman móti Káragjógv, peikaði hann á fimm stórar steinar til vinstru handar frá gøtuni og sigur: “Har standa fimm merkismenn. Hesar steinar skuldu Brestir, Beinir, Sigmundur og Tórir og ein fimti maður hava sett, og hann ið millum teir gekk, gekk ikki av árinum.” (Eg gitti so, at fimti maðurin kanska var Einar suðuroyingur, og tað helt hann eisini, men var ikki vissur í tí).
So fóru vit til steinarnar, og hann vísti mær á eitt petti, 2-3 klíggjasteinar til støddar, ið lá tætt við ein av steinunum, og segði, at hetta stykkið hevði ein prestur kílað av við píkstavi sínum. Hetta skuldi presturin gera, afturat at hann gekk millum steinarnar. Hann skuldi vísa fólki, at slík pátrúgv einki hevði at týða. Hetta gekk øðrvísi enn ætlað, tí presturin datt oman í Káragjógv, áðrenn árið var úti. Fólk komu harav at trúgva enn fastari á slíkt.
Heimildarfólk: Jóannes Dalsgaard, Hoyvík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.