Skip to main content

Úr Fugloy

Abbi Gullaks Matras á Kirkju, Hans Dávur Matras, skuldi ein páskamorgun til Hattarvíkar í kirkju. Tummas úr Depli tosaði við hann og spurdi, um teir báðir ikki skuldu fylgjast Jú, tað var gaman í, helt Hans Dávur. Men tá ið farið skuldi verða, var Tummas vorðin so fullur, at hann fekk ikki upp í lag at koma so skjótt. - Hans Dávur gjørdist ótolin og segði, at hann fór undan. Hin spurdi, hvønn vegin hann ætlaði at ganga, og Hans Dávur segði honum so, at hann ætlaði at fara ígjøgnum bergið.

“Far um tú vilt”, svaraði Tummas, “eg skal kortini vera undan tær í Hattarvík.”

Hans Dávur fór. Á vegnum kom hann í fylgi við ein hagamann. Nakað burtur frá húsum sóu teir omanfyri eina ær, ið var lambsjúk.

Teir fóru báðir niðan til hennara, um nakað skuldi bagga. Haðani ætlaðu teir so at seta yvir um fjallið. So varð gjørt, og tá ið teir komu til Hattarvíkar, fór fólk í kirkju. Teir fóru báðir við.

Tummas úr Depli og Óli, sonurin, fóru av Kirkju eina løtu eftir. Teir tóku so vegin igjøgnum bergið í teirri ætlan at koma fram á Hans Dáva.

Kirkjan í Hattarvík stóð tá eitt sindur ovari enn nú, og jarðarmunurin, har hon stóð, var so stórur, at tann ovari endin á henni stóð so djúpt niður í jørðina, at tað var passaliga høgt at kunna sleppa sær inn á tekjuna at seta seg.

Tá ið kirkjufólkið - Hans Dávur saman við øðrum - kom út aftur, lá Óli uppi á tekjuni og svav, meðan Tummas var úti í bygdini.

Hans Dávur og aðrir fóru so til Óla og vaktu hann. Hann segði teimum frá, at tá ið hann og faðir hansara komu úr berginum, stóð so nógv av fólki saman, heilt úr fjøruni og langt niðan, at tað hevði verið sera torført hjá teimum at sleppa vegin fram fyri teimum. Tí var tað, at hann var vorðin so útlúgvaður av ferðini, at hann hevði noyðst at seta seg á kirkjutekjuna - og var sovnaður, sum hann sat.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933