Skip to main content

Lógvheyggjur

Soleiðis eitur heyggjurin, sum kirkjan í Skálavík nú stendur á. Áðrenn kirkjan varð sett á hann, var hann vanligur bøur, men hann skuldi ikki veltast, tí um so varð gjørt, skuldi ein kúgv doyggja á garðinum, innan árið var úti.

Bóndin, ið var Johannes Johannesen (langabbi mín) vildi royna, hvat var í hesi søgn. Hann velti so heyggin. Hetta dámdi konu hansara illa. Tey mistu so eina kúgv um veturin. Konan helt hetta vera straff fyri veltingina, men bóndin svaraði: “Nú gik den gás til gilde”.

Tá tíð var, velti hann heyggin aftur. Konuni dámdi verri hesaferð. Tað gekk sum fyrru ferð, ein kúgv doyði innan ársdagin. Tá helt konan, at nú kundi hann síggja, at satt var, sum sagt var. Hann svaraði: “Ein kúgv kann altíð doyggja, men “der ere vel flere, hvor den kom fra”.

Hann velti so heyggin triðju ferð. Tá væntaði konan, at ringt fór at spyrjast av hesum, men einki batti at ráða frá. Tá ið árið var umliðið, stakk hann høvdið inn um stovudyrnar og helt við konuna: “Nú er árið umliðið, og eingin kúgv er deyð”. Tá var ikki meir enn javnt hjá konuni heldur, at einki var hent. (Frásøgn: Sunniva Dalsgaard).

Tá kollurin var grivin av heygnum fyri at grunđa kirkjuna, vórðu koparpetti funnin har, men hvussu tey vóru vorðin, er mær ikki sagt. (Frásøgn: Tróndur Pætursson, á Trøð).

Triði kirkjugarðurin er nú gjørdur oman fyri kirkjuna, og tá ið moldin varð umgrivin, og rennur lagdar, funnu menn ein lítlan stein, ið vísti, at manshond hevði verið á. Steinurin er á Forminnissavninum (savnsnr. 3613).

Heimildarfólk: Sunniva Dalsgaard, Skálavík, ættað úr Skopun, Tróndur Pætursson á Trøð, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.