Bakurin
Bakurin eitur eitt mið hjá eiðismonnum. Her skal sigast frá, hvussu tað varð funnið og fekk navn.
Strandingar vóru farnir til Eiðis at rógva út eitt várið. Teir vóru til hús hjá eini einkju. Teir høvdu ikki formann av Eiði. Fyrsta dagin, ið viðraði, ætlaðu teir at elta hinar bátarnar og soleiðis koma á fiskileið, tí teir vóru ókunnigir.
Teir vakna so ein góðan morgun, men einki vildi til at lýsa fyri degi. Til endans ótolnaðust teir og fóru út at vita, hvussu vorðið var. Tá ið teir lótu upp dyrnar, var ljósur dagur, og teir sóu, at har var svik í ferðini, tí ljóarin var skýldur. Hetta høvdu eiðismenn gjørt teimum til meinar.
Teir royndu so at fara avstað, tó tá vóru allir bátar longu úti á havi. Tá ið teir komu nakað frá landi, sat ein bakur á sjónum fyri stavni; teir hildu, at teir kundu líka væl kasta har sum at rógva longri, og so varð gjørt; og væl bar til, teir drógu bátin fullan og máttu avhøvda og sløga, og í hesum skili flutu teir fyri Hamrinum, tá ið eiðisbátar komu aftur.
Soleiðis varð ein ring gerð vend til eina góða.
Christian Djurhuus, Hvítanesi. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.