Krypilin í Liðafjósi
“Krypilin í Liðafjósi” reið rundan um Stórasker í Húsavík á turrfjøru.
Hetta er ikki gjørligt nú, so nógv djúpari er har nú enn fyrr.
Nær hetta var, vita menn ikki, og hvør Krypilin var heldur ikki.
Liðafjós skuldi vera á Garði í Húsavík.
Heimildarfólk: Antinis Sørensen, Húsavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.