Ein merkiligur hundur
Tvillingasystrarnar á Skælingi, Malena og Elin (Malena giftist við Díðriks-Kristiani á Stykkinum, Elin við Elias bónda á Seturstað á Selatrað), fóru ein dagin í skælingshagan at skava korka. Meðan tær skavaðu við góðum huga, kom ein flekkutur hundur til teirra. Hann var í mongum lutum sjáldsamur. Men tað sjáldsamasta við honum var, at hann eingi oyru hevði.
Eina løtu stóð hann hjá teimum, men so bríkslaði onkustaðni nakar, tær vistu ikki hvar. Hundurin leyp avstað, og tá ið hann var farin aftur undir ein stein nærindis gentunum, sást hann ikki aftur. Men tær hoyrdu hvínan til hansara, sum varð hann tyktaður av fólki.
Tær fóru at hyggja, hvør ið mundi vera undir steininum fyri uttan hundin; men tær sóu hvørki hund ella fólk. So gjørdust tær bangnar og fóru heim. Tær hildu nú, at tann flekkuti hundurin við ongum oyrum mundi vera ein hulduhundur.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933