Grindasøga
Einaferð varð ein grind tilhildin á Gøtu, men fór út aftur og varð so rikin norð í Vág.
Tá ið komið var á Pollin, helt ein maður av Biskupsstøð: “Hetta skal ikki vera sum at darta við halanum á Gøtuvík, nú er hon í pottinum.”
Grindin varð tilhildin, men fór útaftur.
Tá rópti ein gøtumaður: “Legg nú lokið á pottin, stóri kjaftur á Biskupsstøð.”
Heimildarfólk: Jóhan Fr. Simonsen (Jóhan á Brúnni), Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.