Sterka Marjun
chinese characters in autocad how to autocad autodesk autocad map 3d 2019 autocad landscape software learning autodesk maya step by stepSterka Marjun var dóttir áðurnevnda Jenis Símunarsonar í Laðangarði. Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seirri var bóndi í Kálgarði. Henda giftan var Jenisi hart ímóti, og tí vildi hann einki geva dóttrini í heimanfylgi; men Marjun svór, at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði. Síðan tveitti hann henni Hargarbø.
Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.
Tey høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur). Einaferð, sum tey fingust við at bera tara í Sumba, kom ein seyðasperra, ið send var hagar. Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvsperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana. Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri: “Hygg, Marjun mín! her er ein sperra, sum eg havi funnið.” “Gud fyriláti tygum! Hvat skal eg taka á sperru? Eg eri so útslipað av taranum”. “Forstortus meg! Royn tað kortini!” (Jenis hevði verið í Noreg, og haðan skuldi hann hava orðtakið: Forstortus). Hon tók við sperruni, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt. “Á, Marjun mín! Nú gjørdi tú øllum Føroyalandi fyri skommum.” Tá segði Marjun, at hevði hon vitað tað, at sperran var farin so víða um landið, so skuldi hon aldri nomið hana. – “Ovgóð vart tú so at fara!” helt Jenis - hann hugsaði um giftuna.
Eina ferð, meðan Símun í Niðurhúsum, maður Marjunar, var í útlondum, gjørdi Jenis eitt kyrringartyppi í hagaparti hansara og slepti gimbrum sínum inn. Men Marjun fór upp um næturnar og burtur í haga til at ríva typpið niður og koyra gimbrar hansara úr aftur haga sínum. Ein morgun møtti Jenis henni, sum hon var á veginum heim aftur, og segði tá við hana, at hevði tað ikki verið fyri tað, sum hon bar undir beltinum (hon var við barn), so skuldi hon farið fyri eggina. Hon bað hann koma: hann skuldi fylgja.
Marjun hevði svorið, at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði. Tá ið tíðindi komu í Laðangarð, at Marjun var deyð í barsilsong, segði Jenis: “Hyggið mær út! Vitið, um Beinisvørði stendur!” Ikki harmaði hann dóttrina meira.
Sterka Marjun var móðir at hinum viðgitnu Hargarbrøðrunum, sum sigast skal frá í næstu søgu.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.