Ein meinfýsin bóndi
Hjá einum tí viðgitnasta bóndanum í Kollafirði, sum livdi í fyrra helminginum av 1800-talinum, var millum húskallarnar ein, ið ikki var heilt rættsiktaður.
Ein dagin, fjall var rikið, bað bóndin henda húskallin at svava eitt lamb.
Ein annar bóndans húskallur bar í bøtuflaka og mælti við bóndan, at hesin ikki var førur fyri at svava seyð, og at tað var synd at lata lambið svíða fyri tað, alt tað at bóndin átti fleiri húskallar, ið vanir vóru at fletta.
Bóndin toldi ikki mótstøðuna og klagaði. Húskallurin var fyri atburð sín dømdur at tæna bóndanum eitt ár fyri onga løn.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.