Skip to main content

Kjølur á Nesi

buy autocad lt 2005 autodesk products that run on mac os autocad civil 3d 2010 32 and 64 bit autodesk stitcher unlimited 2011 macEin bóndi var á Trøllanesi á sinni, sum æt Kjølur. Hann droymdi eina nátt, at hann skuldi eiga átta synir, og síðan skuldi hann síggja hval koma og gloypa allar átta á útiróðri. Hann vaknaði, sovnaði aftur og droymdi, at, um hann goymdi henda dreym í tríati ár, skuldi hann einki hava at týða. So er at telja frá, at Kjølur átti átta synir, teir vuksu upp og komu til útróðrarmenn. Ein dagin, sum tað gongur á tretivta árið frá tí, at bóndin droymdi dreymin (ikki vóru tey tríati árini full), eru teir á útiróðri allir, bóndin og synir hansara. Tá ið teir eru komnir inn í Kalsoyarflógvan áraka kleivina, sum gongur upp til bygdina á Nesi (Trøllanesi), nú hugsar bóndin: “Skamm dylji nú dreymin longur! Nú man hann einki hava at týða, tí nú gongur á tretivta árið,” og so telur hann dreymin. Tá kemur ein slættibøka og gloypir yvir bátin, allan sum hann er. Slættibøkan kom rikin í Bergen í Noreg, og báturin varð drigin fram úr kjaftinum á henni; tá sótu allir menninir fram á knøini við árunum í hondunum. Teir komu heim aftur til Føroya, men hin gamli, Kjølur, var so forharmaður um henda tilburðin, at hann rýmdi av Trøllanesi og búsettist í Kjalarnesi (Kjalnesi) í Kollafirði. Tí eitur tað Kjalarnes (Kjalnes), sigur gomul  munnsøgn.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.