Skip to main content

Biskupsheygur

Rasmus Ganting, vágaprestur, fór einaferð til Sørvágs og hevði húskall við sær. Gøtan liggur tætt fram við Leitisvatni (ímillum Miðvágs og Sørvágs) og tvørtur við einum heyggi, nevndur Biskupsheygur, sum er har við vatnið. Tá ið teir komu fram við heyginum, stóð hann opin og eitt konufólk í durunum, sum beyð presti inn. Ein onnur kona kom við øli í silvursteypi at bjóða honum, men hann blásti froðuna av og aftur í skortin á henni, áðrenn hann drakk. Tá segði hon: “Klókur vart tú,” men prestur svaraði, at, var hann ikki meira lærdur enn hon, skuldi hann ikki komið higar. Teir vóru verandi í heyginum um dagin, og síðan var song boðin teimum. Húskallurin var ógvuliga ræddur og kundi ikki sova; men prestur bað hann halda fast í fótin á sær og toga í seg, um hann svav ov leingi. Trøllini bardust inni, tí hvørt skyldaði upp á annað, at tað hevði sett heyggin opnan. Tey togaðu í dreingin, men fingu einki ilt gjørt honum. Ein gomul trøllkona skuldi gløða jarntein í eldinum, men í tí sama rykti húskallurin í prestin, sum svav. Hin gamla rassast á bríkini og sleppur ikki upp - prestur hevur gandað hana fasta. Dagur kom sum aðrir dagar; prestur og húskallur fóru upp og út úr heyginum. Tað gamla á bríkini rassaðist uppaftur og skuldi út í dyrnar, men slapp ongan veg. Tá ið teir vóru út komnir, læsti prestur heyggin aftur - tá bæði rein og hvein innanfyri.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.