At hefta ross
Skikkur var fyrr, tá ið reitt varð um várið, at lata rossini út aftur um garðarnar á kvøldi, men fyri at tey ikki skuldu fara ov langt til morgunin eftir, so vórðu tey heft um frambeinini.
Hetta tálmaði teimum nógv.
Tað hendi tó, at tey høvdu hoppað seg líka yvir í Húsvíksdal um náttina.
Heimildarfólk: Dánial Clementsen í Oyruni, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.