Mamman bøtti fyri tað, sum dóttirin hevði gjørt
Í bønum, sum nú hoyrir til garðin hjá Jógvani bónda á Heygi á Húsum, er ein hálvmørk, ið ein einkja einaferð átti. Dóttir hennara kom fyri barn uttanhjúna, og í sekt fyri hetta varð jørðin tikin frá einkjuni.
Meðan hin strangi harra Zebaot letur seg lynda við at lata børnini svíða fyri hitt illa, ið faðir og móðir gera, var øvrigheitin í Føroyum so hørð, at hon læt mammuna bøta fyri tað, dóttir hennara hevði gjørt.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.